Makrelstríðið er av

Tað er gleðiligt at hoyra at vit loksins, hava fingið semju við ES og Noregi um makrelin.

Hettar ger so at vit her heima skulu finna út av, hvør skal fiska hesa stóru kvotu í vit nú endiliga kunnu siga, er okkara partur av samlaða stovninum.

Tað kann ikki vera rætt, at vit ikki eiga skipini sjálvir í fiska hesa kvotu. Politiski myndugleikin má seta krøv til teir í fáa hesa kvotu, soleiðis at vit eisini um 20 ár eiga flotan í fiskar okkara kvotur.

Vit eiga næstan bara skip í eru um 30ára aldur, tað kunnu vit ikki liva við.

Tí fari eg at heita á Løgtingi, at syrgja fyri at Føringar fáa hesa kvotu, fyri at vit kunnu endurnýggja flotan, so at hann aftur kann blíva ein av  fremstu og flottastu fiskiskipaflotum í Heiminum.