Íslendska avgerðin at áseta sær sjálvum eina makrelkvotu upp á 130.000 tons í ár hevur ikki fingið góða móttøku í ES. Har verða íslendingar lagdir undir at leggja upp til eitt stríð sum tað, ið elvdi til tosakríggini í 1950´árunum og 1970´árunum.
ES-nevndin sigur, at íslendski makrelfiskiskapurin er ábyrgdarleysur, og nevndin lýsir støðuna sum tað rama lógloysi.
-Ovveiðan hóttir framtíðina hjá stovninum, og tað er serliga tað, sum vit stúra fyri, sigur talsmaðurin hjá nevndini, Oliver Dreges.
Samstundis hevur fiskivinnukommiserurin, Maria Damanaki, ávarað íslendingar um, at makrelfiskiskapurin kann fáa avleiðingar fyri íslendsku umsóknina um limaskap í samveldinum.
-Makrelfiskiskapurin kann fáa óhepna ávirkan á tær komandi samráðingarnar millum ES og Ísland, skrivar Damanaki í brævi til kommiserin Stefan Fule, sum umsitur viðurskiftini við møgulig komandi limalond.
Skotin Struan Stevenson, sum situr í ES-tinginum, sigur, at íslendingar og føroyingar hóreiggja sær sum víkingarnir á sinni.
-Munurin er bara, at nú ræna teir makrel, sigur hann sambært DR.