Christian í Grótinum og Norðborg eru lidnir við makrelkvotuna Norðborg fekk í gjárkvøldið tey seinastu tonsini av makreli, sum teir og Christian í Grótinum áttu eftir av kvotuni. Sostatt er makreltíðin liðug á hesum sinni.
Christian í Grótinum var í gjár í Noregi og landaði, og í gjárkvøldið fóru teir at royna eftir rossamakreli.
Norsk skip fingu nakað av rossamrkreli síðstu nátt. Tað besta skipið fekk 230 rons.