Jákup Mikkelsen, Løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin
---------
Tað eru fáar tjóðir, ið koma heilskapaðar frá kríggjum, men føroyska tjóðin prógvaði, at tað loysir seg at krevja sín sjálvsagda rætt. Eins og Dávid vann á Goliat, vunnu vit á ES. Men tað er ikki kostnaðarleyst. Politiska skipanin hevur verið undir stórum og støðugum trýsti. Stóru tjóðirnar hóttu við einum og øðrum, men vit hoknaðu ikki í kongunum. Nógv mæltu frá, tá vit ásettu egnu kvotu, men vit vóru ongantíð í iva, tí Føroyar áttu størri makrelkvotu. Okkara sjálvsagda rætt, sum var størri enn tað, sum undanfarna makrelsemjan var grundað á.
Tað vísti seg at vera rætt, tá avtornaði.
Semjan
Allir flokkar hava drigið somu línu saman við landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard. Mangan breyt í bæði borð, men landsstýrismaðurin stóð sum drangur í brimi. Vit áttu størri lut í makrelinum. Semjan kom ikki av sínum eintingum, tí landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur havt eitt sera gott samráðingartoymi. Við Herlufi Sigvaldsson á odda hevur tað næstan eydnast at trífalda kvotuna úr 5% til 12,6%. Í krónum og oyrum snýr tað seg um út við eina hálva milliard krónur. Tað kann ikki sigast annað enn, at Herluf Sigvaldsson hevur sýnt framúr diplomatiskt hegni og handalag. Sum formaður í uttanlandsnevndini kann eg somuleiðis fegnast um, at tað hevur hepnast okkum í tøttum samstarvi við landsstýrismannin í fiskivinnumálum at koma ásamt um, hvussu trætan við strandalondini skuldi loysast. Men semjan hevði valla verið av nøkrum, um løgtingið ikki stóð saman um málið. Hóast flokkarnir hava verið ósamdir á nógvum økjum, og tónalagið hvast til tíðir, hava vit staðið saman um makrelin. Hetta vísir styrki. Prógvar, tá ástendur, tá tað snýr seg um tjóðarrættindi, at politiska skipanin stendur saman.
Sildin
Men enn er ikki komið á mál. Føroyar eru framvegis tarnaðar av ES, tí handilsstongsulin er í gildi enn. Tað skal tó vera mín vón, at strandalondini semjast um sildina, tí um tað eydnast at finna semju um sildina eisini, hava vit vunnið okkum størri rættindi, ið fer at gagna føroyska búskapinum. Hetta eru virði, ið koma at fíggja føroyska samfelagið framyvir. Men áðrenn vit sessast við samráðingarborðið, skulu vit fegnast um semjuna. Hetta er ein stórur og søguligur dagur, tí tað hepnaðist okkum at finna semju um makrelin.