Sjúrður Skaale, limur í Norðurlandaráðnum, luttekur í hesum døgum í árligu norðurlandaráðssetanini, sum í ár verður hildin á Fólkatingi. Í morgun fer Norðurlandaráðið at viðgera eitt uppskot frá umhvørvisnevndini um norðurlendskan innsats fyri at loysa stríðið um makrelfiskiskapin, har heili fýra lond eru partur av ósemjuni.
Í tí sambandi røðar Sjúrður Skaale um, at ein makrelsemja má byggja á annað enn søgulig veiðutøl. Hann leggur dent á, at ein semja um makrelin má bæði byggja á hvussu makrelurin ferðast og hvønn týdning fiskiskapurin hevur fyri tey ymisku londini. Hann fegnast um, at hetta eisini er støðan hjá umhvørvisnevndini í Norðurlandaráðnum, ið við sínum uppskoti leggur upp til eina semju, sum byggir á fleiri faktorar enn tann søguliga.
Myndin er av Sjúrði Skaale og Ann-Kristine Johansson, forkvinnu í umhvørvisnevndini í Norðurlandaráðnum.