Makrelkvotan sett til 148.375 tons

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum hevur nú gjørt av, at føroyska eginkvotan av makreli verður á sama støði sum í fjør.

– Makrelkvotan fyri í ár er sett til 148.375 tons, og hetta kemst av, at ICES hevur mælt til at minka um heildarkvotuna við 1,08%, sigur Jacob Vestergaard.

Ikki øll hava ásett sína eginkvou enn, men fiskimálaráðharrin sigur, at tað eru ábendingar um, at hini londini eisini fara at fylgja metingunum hjá ICES og lækka kvoturnar við 1,08%.

– Ísland hevur lækkað sína kvotu við nevndu prosentum, og semja er um, at vit skulu gera tað sama, sigur Jacob Vestergaard.

Tað hevur tikið sína tíð at fáa ásett kvotuna, og tað hevur alla tíðina ljóðað, at semja skuldi vera í landsstýrinum um makrelinkvotuna. Nú er henda avgerð so tikin, og úrslitið gjørdist sama kvota sum í fjør – frádrigið tey 1,08 prosentini, sum ICES mælir til.