Makrelfiskiskapurin byrjar 21. juli

– Fyri ikki at leypa øði í grindina meðan góðskan er vánalig, sleppa skipini ikki til makrel- og sildafiskiskap fyrr enn um góðar tvær vikur, sigur Jacob Vestergaard

– Fyri ikki at leypa øði í grindina meðan góðskan er vánalig, sleppa skipini ikki til makrel- og sildafiskiskap fyrr enn um góðar tvær vikur, sigur Jacob Vestergaard.

 

Dagurin, har skipini sleppa til fiskiskap, er einasta broyting í mun til ta kunngerð, sum Jacob Vestergaard sendi Fiskivinnuráðnum til ummælis.

 

Fiskivinnuráðið vísti í sínum hoyringssvari á, at serliga í bólki-2, sum eru trolararnir, kundi leisturin hjá landsstýrismanninum føra til olymipskan fiskiskap, har skipini ikki fáa optimalt burturúr. Argumentið er, at har eru lutfalsliga nógv skip inni í bólkinum, sum við einum lutfalsliga høgum hámarki á 2250 tons til hvørt skipið  kunnu fiska samlaðu kvotuna á 22.500 tons upp skjótt. Skipini hava tí ikki ráð at bíða av ótta fyri at kvotan verður fiskað undan teimum.

 

Tí vórðu tvær loysnir nevndar – antin at lækka hámarkið ella útseta fiskiskapin hjá hesum bólki til 21. juli, tá góðskan á makrelinum skal vera betri og uppíbland av sild minni.

 

Jacob Vestergaard valdi at fylgja fyrra ráðnum, og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum ger samstundis av at fiskiskapurin hjá øllum skipabólkum byrjar tá, tað vil siga 21. juli. Einasta undantak eru nótaskipini, sum aftur í ár er einasti skipabólkur við eginkvotum.  

 

Føroyska heildarkvotan av makreli er í ár 156.240 tons. 140.940 tons er sett av til føroysk skip, herav kunnu 46.850 tons fiskast í ES-sjógvi og 54.684 tons í norskum sjógvi. Afturat makrelinum er føroyska eginkvotan av norðhavssild 40.000 tons í ár.

 

Nótaskipini fáa sum nevnt eginkvotur, býtt út á einstøku skipini. Tilsamans er talan um 70.000 av makreli og 20.895 tons av norðhavssild.Onnur uppsjóvarskip/ídnaðarskip sleppa at fiska 17.500 tons av makreli. Her er talan um felagskvotu við hámarki á 4.800 tons.

 

Flakatrolarar fáa 4400 tons av makreli, býtt sum felagskvota við hámarki á 1200 tons fyri skipið. Fiskiskip, avmarkað við rættindum í altjóða sjógvi, fáa 4400 tons at fiska sum felagskvotu við hámarki á 1200 tons. Rækjuskip fáa 4400 tons at fiska sum felagskvota við hámarki á 1600 tons. Trolarar (í bólki-2) fáa 22.500 tons at fiska sum felagskvota við hámarki á 2250 tons fyri skipið. Útróðrarbátar størri enn 40 tons (bólkur 4T) fáa 1400 tons at fiska sum felagskvota. Línuskip yvir 110 tons (bólkur-3) fáa 1400 tons at fiska sum felagskvota til annan fiskiskap enn trol og nót. Og útróðrarbátar fáa 1400 tons at fiska sum felagskvota til annan fiskiskap enn trol og nót. 

 

Harafturat fær Havstovan 3500 tons av makreli at brúka til vísindaligar fiskirannsóknir. Onnur 3500 tons eru sett av til vinnuligar makrelroyndir. Og so eru 6500 tons av makreli sett av í umbýti við onnur lond. Hesi 6500 tonsini eru ætlað línuskipunum at býta um við botnfisk í íslendskum sjógvi.

 

Hoyr samrøðu við Jacob Vestergaard við at trýsta á pílin undir myndini.