Tey 85.000 tonsini, sum vit tilskilaðu okkum rættindi til, er ikki meiri enn hvat okkara núverandi uppisjóvarskip klára at fiska sjálvi. Sjálvur sigli eg við einum skipi, sum fekk tillutað 2050 tons av makreli tvs. ein túrur. Ein skal hava í huga, at tað eru kníttir 45-55 føroyskir mans at hesum skipinum, nú ganga vit allir og vóna, at landstýrismaðurin fær vitið aftur og loyvir okkum føringum avstað aftur at fika makrel, fiskurin sum vit fiska fer allur til matna ikki ein stertur ferð til guan, men nú máttu vit gevast at fiska, kvotan varð uppi.
Samstundis koma tvey risastór skip mannað við útlendingun úr Stillahaivinum at fiska makrel á okkara leiðum. Tey hava fingið tillutað 3250 tons av makreli, her skal ein hava í huga, at tað vóru góð 5000 tons tillutað føroysku ídnaðarskipinum sum eru trý í tali ca 2050 tons í part hvar er logikkurin, landstýrismaðurin saman við Thor hevur valt at kalla hettar eitt royndarprojekt, sum er nakað humbuk og tvætl, reiðaríið má vænta, at skipini koma at fiska makrelin upp á 1-2 mánaðir, hettar kann ikki metast sum burðardygt veiða. Tveir risastórir trolarir sum kola olju og tveir smærri ísfiskatrolarir skulu fiska somu nøgd, sum vit kundu fiska upp á ein mánað einsamallir tað kann so ikki verða leiðin at ganga.
Hvussu verður tá fiskiskapurin hjá uppisjóvarskipinum fer at minka, sleppa tey tá at royna eftir upsa og toski ella møguliga fáa tey ein bróðurpart av teimum 60.000 tonsunum, sum risatrolarnir siga seg eiga í stillahavinum, nei tá skal pípan nokk fáa arðar tónar. Eitt sum landstýrismaðurin eigur at taka fatt um beinanvegin er at leggja øll uppijóvarskipini í sama bólk trolskip nótaskip líkamikið.?Ps. Tað eru onnur ídnaðarskip sum liggja av somu orsøk. ?Grátuligt?