Makrelarnir gjørdust ov stuttir

Á netinum vunnu teir atkvøðugreiðsluna, men dómararnir hjá MTV pekaðu kortini á annan bólk

Tónleikur

- Tað var spell, at vit ikki vunnu, men vit eru als ikki vónbrotnir, sigur Hergar Stakksberg, bassistur í Makrel, eftir at teimum ikki eydnaðist at fáa útgávusáttmála frá MTV í Nordic Unsigned kappingini
Tónleikaáhugaðir føroyingar hava seinastu tíðina gingið og vónað, at antin Makrel ella Eyð Berghamar Jakobsen fóru at vinna stóru kappingina hjá MTV og Samsung, Nordic Unsigned.
Men hóast Makrel og Eyð fyrr lógu á ávikavist fyrsta og øðrum plássi eftir atkvøðugreiðslu á netinum, peikaðu allir fýra dómararnir á svenska bólkin Jade, sum sostatt fór avstað við fyrsta vinningi, sum er ein plátusáttmáli.
Men manningin í Makrel er eftir øllum at døma ikki vónbrotin, hóast ein so stórur møguleiki glapp teimum av hendi.
- Vit væntaðu ongantíð tað stóra, og vit sendu okkara upptøku inn mest sum til stuttleika. Tí eru vit als ikki vónbrotnir, sigur Hergar Stakksberg, bassistur í Makrel.
Hóast teir lógu nummar eitt eftir atkvøðugreiðsluna, vistu teir, at dómararnir høvdu seinasta orðið, og sambært Hergar er vanligt, at dómararnir peika á sama bólkin.
- Tí væntaðu vit ikki, at vit fóru at vinna, heldur ikki eftir at vit fingu mest atkvøður. Men tað er eingin loyna, at ein útgávusáttmáli hevði komið væl við, serliga nú vit arbeiða við eini nýggjari fløgu, sum skal promotast, sigur Hergar Stakksberg at enda.