Makrel-vónbrot í Hvalba

Reiðarin á hvalbiartrolarunum Steintór og Niels Paula hevði vónað at fiska makrel og sild fyri 20 milliónir krónur í summar, men úrslitið bleiv bara helvtin av tí

Tað er ikki alt gull, ið glitrar, sigur orðatakið, og tey orðini má Jacob Pauli Hammer, reið­ari á partrolarunum Stein­tór og Niels Paula í Hval­ba, sanna, nú makrel-há­árs­tíð­in er av.
- Nei, tað kann ikki sigast annað, enn at makrel­fiski­skapurin gjørdist eitt stórt skuf­f­ilsi hjá okkum. Vit høvdu vónir um at fiska makrel og sild fyri einar 20 millión­ir krónur, men tað bleiv bara 10-11 milliónir, sig­ur hann.
Jacob Pauli Hammer er sjálv­ur er skipari á Steintór, sum hann reiðir út og eisini eig­ur saman við fleiri øðrum. Hann er eisini reiðari á Niels Paula, sum tó hevur aðr­ar eig­ar­ar. Teir eru nú til upsa­fiski­skap.
Sildaboykottið hjá ES og góði makrelfiskiskapurin í Grønlandi eru óbein­leið­­is orsøk­ir­nar til, at makrel­há­árs­tíðin hepn­að­ist so illa hjá hvalbi­ar­­trolar­unum.

Móttøkuskip svíktu
- Vit hildu okkum hava gjørt góðar avtalur við tvey mót­tøkuskip, eitt russiskt og eitt kinesiskt, men tey svík­tu okkum bæði tvey. Kines­ar­nir komu ikki til tíðina, tí teir tóku ímóti í Grønlandi, og tað mundi lukkast so mik­ið væl, at teir ikki hildu seg hava skund. Tá teir so endi­liga komu, stungu teir av aftur uttan at gera fullan túr. Russarin kom til tíðina, hann kom síðst í juni, men hann fór, áðrenn hann skul­di. Hvørgin teirra helt av­talu­na, vit høvdu gjørt við teir um prís, greiðir Jacob Pauli Hammer frá.
Serliga sildin fekk sera vána­ligan prís.
- Tann eina túrin kostaði tað okkum pengar at sleppa av við veiðuna, tí vit fingu bara 75 oyru kilo fyri hana, og avreiðingargjaldið var eina krónu kilo. Tað var sild­in, sum var so vánalig, og tað bar ikki til at fiska makrelin reint, greiðir Jacob Pauli Hamm­er frá.

Tóku sjálvir fiskin
Tá bæði móttøkuskipini vóru farin, fóru Steintór og Niels Pauli sjálvir at føra makrelin og sildina til lands í kørum. Teir seldu til Fiskavirkið í Hval­ba og til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Tað riggaði væl við góðskuni, sum bleiv heilt góð tá, og prísurin varð eisini í lagi, men skipini eru ikki rigg­að til uppsjóvarfiskiskap.
- Uppsjóvartrolini eru ógvuliga stór í mun til botn­trolini, vit fiska upsa við, og vit hava ongar netatrumlur. Tí var tað torført og nógv baks av at taka inn. Tað bar held­ur ikki til at koyra so nógv í kørini, tí gjørd vit tað, bleiv góðskan verri, greiðir Jacob Pauli Hammer frá.
Partrolaraflotin hevði rætt at fiska til samans 24.000 tons av makreli og 13000 tons av sild. Talan var um felagskvotu við hámarki, har hvørt skipið í mesta lagi kun­di fiska 10 prosent.
Og hóast mótgangin eydn­aðist tað Steintór og Niels Paula at fiska teirra part av makrelkvotuni, með­an nakað av sild var eftir.

Umhugsa íløgur
Jacob Pauli Hammer sigur, at royndirnar í ár gera, at tað ikki verður so lokkandi at royna sama leist við mót­tøku­skipum næsta ár.
- Vit umhugsa sjálvandi alla tíðina, hvussu og hvat vit skulu gera, og annaðhvørt mugu vit royna at gera betri avtalur næsta ár, ella gera íløgur í tangar og neta­truml­u­r, so tað fer at bera betri til at fiska sjálvir. Alt ber til, men í báðum førum hevur tað stóran týdning fyri okk­um, at vit í góðari tíð fáa at vita, hvat og hvussu nógv vit sleppa at fiska, leggur hann dent á.