Vit megnaðu at gera allar upptøkurnar, sum vit høvdu sett okkum fyri, áðrenn vit fóru í studio. So okkara triðja fløga er á veg, og vit vóna, at hon verður ein fragd at hoyra, sigur bólkurin á heimasíðu sínari.
Útgávudagurin er ikki ásettur enn, men nú skal bólkurin gera seinasta partin av tónleikinum lidnan. Og meðan alt tað verður gjørt, er Makrel við í MTV-kappingini
Nordic Unsigned, har tað framvegis ber til at atkvøða fyri teimum. Makrel liggur í løtuni á odda í kappingini, men atkvøðugreiðslan heldur fram hesa vikuna.