Í døgunum 1. til 5. august var tónleikabólkurin, Makrel, aftur í upptøkuhølunum . Í vár góvu teir fløguna, Makrel Stinkar, út, og næsta fløgan hjá bólkinum er nú á veg.
Sangarin í Markel, Ári Rouch, sigur, at talan verður um eina fløgu við í alt 13 skerðingum, og væntandi verður fløgan í sølubúðunum um jóltíðir ella fyrst í komandi ári. Fløgan er upptikin í Útvarpi Føroya, og er tað Jón McBirne, sum hevur staðið fyri upptøkunum.
Ári Rouch greiðir frá, at komandi fløgan er meira gjøgnumarbeidd enn tann fyrra. Hon er meira melodiøs, og væntast kann tí ein breiðari skara av lutarum. Nærum allir sangirnir á fløguni er á enskum, fyriuttan tvey vers, sum eru sungin á føroyskum.
Rasmus á tónleikaskúla
Makrel hava síðan teirra triðja pláss í Prix Føroyum spælt nógv kring landið, men í heyst verða teir ikki so nógv á palli. Gittarleikarin í bólkinum, Rasmus Rasmussen, fer eftir summarfrítíðina á tónleikaháskúla í Vig, har eitt nú fleiri limir í Deja Vu vóru fyri góðum ári síðan.
Uppihaldið hjá Rasmusi í Vig verður í hálvt ár, og tá hann vendir nøsina heimaftur, er ætlanin, at nýggja fløgan hjá bólkinum verður givin út. Ætlanin er tá at gera av nógv av at spæla kring landið, sigur Ári Rouch at enda.
Mynd: Karasmatiski sangarin í Makrel, Ári Rouch, metir nýggja fløgan hjá bólkinum vendir sær til ein breiðari skara av lurtarum, enn fyrsta fløgan hjá bólkinum, Makrel Stinkar.