Tað hepnaðist væl hjá FC Nordsjælland, tá teir fyri hálvum øðrum ári síðani keyptu Morten Nordstrand úr Lyngby. Nú hevur felagið so gjørt avtalu við eitt annað álopstalent hjá Lyngby. 18 ára gamli Mads Thomsen hevur nevnliga gjørt sáttmála við FC Nordsjælland. Mads Thomsen hevur spælt 16 dystir fyri besta liðið hjá Lyngby, og hevur hann í hesum skotið seks mál.









