Makin fekk blóðtøpp í hjartað

- Keðiligasta hending í 2016 var, tá makin hjá mær um miðjan januar síðsta ár brádliga fekk blóðtøpp í hjartað, og vit máttu akut niður á Ríkissjúkrahúsið, sigur Hansa M. Glerfoss, skúlastjóri.

Hansa M. Glerfoss, skúlastjóri við Sandoyar Meginskúla, hevur hildið nýggjár í Murmansk í Ruslandi. Hon hevur eina russiska hjartavinkonu, Iouliu Timochkova, sum kom til Føroyar at arbeiða í 2002.

 

- Vit tosaðu saman um at halda nýggjár í Ruslandi, og hesaferð eydnaðist tað so. Vit hava búð hjá einari vinkonu hjá Iouliu Timochkova, og her halda tey nýggjársfest gamlaárskvøld.

 

Tá In.fo hevði samband við Hansu M. Glerfoss stutt fyri ársskiftið, var hon sera spent eftir at vita, hvussu tað fór at verða at halda nýggjár í Ruslandi.

 

Vit spurdu eisini skúlastjóran, hvat gott hon hevur at minnast aftur á í 2016.

 

- Jú, nógv gott er hent, men hendingin, ið skarar framum allar í 2016, var, tá dóttir mín, ið lærir til hárfríðkanarkvinnu í Århus, brádliga skuggaði fyri sólini á altanini á Gerðisvegi 17 í Skopun. Tá varð eg glað!

 

Hon sigur, at sólin hesa løtu tað sama kundi pakkað saman og farið heim, tí fyri hana er eingin sólstrála bjartari enn einkardóttirin, Hallgerð.

 

- Á, hvat er varð glað!

 

Men, hvør var so keðiligasta hending hjá Hansu M. Glerfoss í undandarna ári?

 

- Tað var, tá makin hjá mær um miðjan januar brádliga fekk blóðtøpp í hjartað, og vit máttu akut niður á Ríkissjúkrahúsið. Tó fekk hetta ein góðan enda. Hann fekk skjóta og góða hjálp og kom skjótt og væl fyri seg aftur. Tað eri er sera takksom fyri!

 

Hansa M. Glerfoss sigur, at hon bjóðaði makanum við til Ruslands, men tað var ikki talingur um at fáa ”innfødda” skopuningin úr Gerðinum í Skopun.

 

Og hvørjar eru so ætlaninar fyri 2017?

 

- Eg legði sigarettirnar á hillina í januar í fjør, og ætli mær ikki at byrja aftur at roykja í 2017, sigur Hansa M. Glerfoss, skúlastjóri.