Makedonia er favorittur

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti spælir EM-undankapping í stórhøllini á Hálsi í kvøld.

Í kvøld verður landsdystur í nýggju stórhøllini á Hálsi. Talan er um landsdyst í hondbólti, har føroyska kvinnulandsliðið spælir triðja dystin í EM-undankappingini. Mótstøðuliðið er Makedonia.


Føroyar hava havt sera stinna mótstøðu í tveimum teimum fyrstu dystunum, har kvinnur okkara fyrst taptu 36-20 á útivølli ímóti Serbia og síðani 33-15 á heimavølli ímóti Svøríki.


Mótstøðuliðið í kvøld, Makedonia, hevur somuleiðis tapt ímóti Serbia og Svøríki, men tó ikki eins greitt sum Føroyar gjørdu. Føroyar taptu við ávikavist 16 og 18, meðan Makedonia tapti við ávikavist 12 og seks málum.


Veddingarfyritøkurnar hava Makedonia sum rættiliga greiðan favoritt ímóti Føroyum í kvøld. Tær meta tað vera 75% møguleiki fyri, at Makedonia vinnur dystin. Føroyar hava sambært teimum áleið 22% møguleika.


Les eisini: Rás2 sigur frá Føroyar-Makedonia í kvøld


Landsdysturin ímillum Føroyar og Makedonia byrjar kl.19.00. In.fo hevur beinleiðis tekstafrásøgn frá dystinum, og Rás2 sigur eisini beinleiðis frá – tilber at lurta á netinum HER!