Teir seinastu dystirnir í innleiðandi umfarinum bólkunum A og B í EM-hondbóltskappingini hjá monnum vóru i kvøld, og báðir dystirnir fingu rættiliga óvæntað úrslit.
Í bólki A møttust vertslandið Serbia og Slovakia. Serbar fingu eina sera góða byrjan, men so raknaðu slovakar við, og í seinna hálvleiki eydnaðist teinum at javna og at leggja seg framum. Úrslitið gjørdist kortini javnleikur 21-21. Hetta var tað einasta stigið hjá slovakum í kapppingini. Fyri serbar hevði úrslitið í roynd og veru ongan týdning, og hondbóltseygleiðarar eru á einum máli um, at Serbia kundi vunnið dystin, um teir høvdu lagt í.
Í bólki B spældu Kekkia og Makedonia tann seinasta dystin, og heldur óvæntað eydnaðist tað makedonum at vinna hendan dystin rættiliga greitt 27-21. Makedonar spældu yvirhøvur skilagott, men teir fingu eisini góðan stuðul frá teimum nógvu makedonsku áskoðarunum í høllini. Og so vísti dysturin, at Makedonia framvegis hevur ein av heimsins bestu hondbóltsspælarum í Kiril Lazarov (myndin).










