Danska Kræftens Bekæmpelse hevur gjørt eina stóra kanning, sum vísir, at menn, sum hava makar við bróstkrabba, hava átta prosent størri kjans fyri at fáa tunglyndi, enn aðrir menn.
Krabbamein rakar ikki einans tann við krabba, tí sjúkan hevur eisini ávirkan á tey avvarðandi. Og nú er ein nýggj kanning gjørd, sum setur prosent á, hvussu stórt trýst á makar er, tá ið kvinnur fáa bróstkrabba.
Kanningin er gjørd av 1.4 milliónum monnum, sum í 1998-2011 vóru giftir við ella livdu saman við kvinnu í Danmark. Eingin av monnunum høvdu tunglyndi í byrjanini av kanningini, og eingin av kvinnunum teir livdu við høvdu bróstkrabba tá.
Í leypi av næstu 14 árunum fingu 26.256 av hesum kvinnunum bróstkrabba, og kanningin vísir, at millum makarnar hjá teimum sjúku, vóru átta prosent fleiri, sum fingu antidepressivan heilivág, enn millum teir, sum høvdu frískar kvinnur.
- Hetta er ikki ein stórur munur, men hann er har, og í árunum aftaná bróstkrabbadiagnosuna eru menninir eisini í størri vanda fyri at fáa tunglyndi. Um ein kvinna doyr av bróstkrabba, hevur maður hennara 74% størri kjans fyri at fáa tunglyndi, sum krevur heilivág, sigur granskarin og yvirlæknin í Kræftens Bekæmpelse, Susanne Dalton, sum sjálv hevur verið við til at gera kanningina.
Fyri at fáa heilivág móti tunglyndi krevst, at man hevur moderat til trupult tunglyndi, og tað er ein álvarsom sjúka. Kanningin vísir eisini, at vandin fyri tunglyndi økist, um maðurin er eldri, hevur eina stutta útbúgvingin ella sjálvur hevur kroniskar sjúkur so sum diabetes, lungasjúkuna kol ella hjartasjúkur.
- Tað er hart at taka sær av konuni, um maðurin eisini er sjúkur og tí sjálvur trýstur, sigur Susanne Dalton. Tí vísir hon á, at tað er umráðandi at halda eitt vakið eyga við tey avvarðandi hjá sjúklingunum eisini, og serstakliga eru tað læknar, sum hava eina uppgávu yvirfyri bæði sjúklinginum og teimum avvarðandi.
Nýggja kanningin er almannakunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Psycho-Oncology
Hetta skrivar Ritzau frá Kræftens Bekæmpelse í dag.