Major frámælir eina semju við DUP

Sambært BBC verður ein avtala gjørd millum Konservativa flokkin og norðurírska DUP í morgin. Samráðingar hava verið í fleiri umførum nú.

 

Enn eru ongar ábendingar um hvat semjan fer at innibera, men fyrrverandi konservativi forsætismálaráðharrin, John Major, frámælir May at gera eina semju við DUP.

 

- Um vit gera ein semju við DUP nú, so kann Bretland ikki longur verða ein óheftur partur av trætuni í Norðurírlandi.

 

John Major sigur, at friður í Norðurírlandi skal ikki takast fyri givið, men er nakað, ið áhaldandi skal arbeiðast við.