Majken Johansen skal kanna løgmenn og landsstýrisfólk

Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, hevur heitt á Majken Johansen, sum er føroyskur løgfrøðingur, men býr í Keypmannahavn, um at kanna embætisførsluna hjá løgmonnum og landsstýrisfólkum í sambandi við flytingina, byggingina og umvælingina av skúladeplinum í Suðuroy. Hon skal eisini kanna sambandið ímillum skúlan í Hovi og ætlanina at byggja nýtt ellis- og røktarheim og psykiatriska depil í Vági.

Tað boðar løgtingsformaðurin frá í dag.

Hann sigur, at tað er eftir áheitan frá 14 tinglimum, at kanningin verður sett í verk.

Kanningin skal avdúka um landsstýrisfólkini hava umsitið málsøki síni á lógligan og fullgóðan hátt, tá ið fyrireikað, bygt og umvælt varð, og um tey hava svarað Løgtinginum á skeivan ella villleiðandi hátt í málinum, eitt nú tá ið spurt varð um kostnað og møgulig brek.

Somuleiðis skal løgfrøðingurin taka støðu til um grund er til at halda, at løg- ella landsstýrismenn, tilætlað ella av grovum ósketni hava skúgvað til viks tær skyldur, sum áliggja teimum eftir lógini.

Harafturat skal hon eisini taka støðu til fyrisitingarligu mannagongdirnar í sambandi við fyrireikingarnar av hesum byggimálum og víðaru gongdini í teimum.