Majbritt og Elsa siga báðar, at hetta er ein spennandi avbjóðing. Handilin hevur nógv ár á baki og er væl innarbeiddur. Handilshølini eru nýliga sett í stand, og teirra uppgáva verður m.a. at inspirera fólk til sjálvi at seyma.
Tær hava báðar verið á skeiði hjá Bernina í Danmark og hava sett seg væl inn í tingini.
Í sambandi við móttøkuna og eigaraskiftið er sølustjórin hjá Bernina Nordic, Lars Rex, komin til Føroya.
Handilin er 45 ára gamal og er m.a. umboð fyri tær væl kendu Bernina seymimaskinurnar. Tað var í 1959 at Marjun Heimá keypti sína fyrstu Bernina seymimaskinu. Marjun Heimá hevur fleiri ferðir verið heiðrað fyri at hava selt flest Bernina seymimaskinur pr. íbúgva í danska kongaríkinum.
Seinnu árini hevur handilin verið rikin sum partafelag við Marjun og systrini Ingu Mortensen sum partaeigarum. Inga hevur verið dagligur leiðari í handlinum, meðan maðurin, Leif Mortensen, hevur havt eftirlit og umvælingar. Nú verður tað Magni Berg, sum tekur sær av eftirliti og tænastu.