MaJazz er komið til Føroya

Danska kórið MaJazz er í dag komið til Føroya, her tey fara at hava tríggjar framførslur Danska kórið fer at hava tríggjar framførslur í Føroyum. Í annaðkvøld kl.19.30 fer kórið at framføra saman við føroyska Vox í Noðurlandahúsinum. Mánakvøldið fer kórið suður í Vágs Kirkju at hava framførslu, meðan kórið endar konsertferð síni í Christianskirkjuni hóskvøldið 5. juli.

 

Kórið, sum serliga er kent í Sælandi, telur umleið hálvthundrað kórsangarar.