Nú er tómligt í Nesinum
Tit eru farin
Tit, sum fyrst løgdu okkara kós
Og eg sakni so sárliga
Tykkara røddir
Blíðu eygnabrá, brosini ljós
Her var mamma ein miðdepil
Bankandi hjarta
Lívgaði um okkum øll
Hon var bjartskygd sum fáur
Sá tað góða í øllum
Hennar trúgv flutti lættliga fjøll
Her var pápi hin frælslynti
Gløggur og speiskur
Onki av fótum hann tók
Til eitt prát altíð fúsur
Fylgdi gjølla við øllum
Leikti talv, spældi kort, las í bók
Tit ei fordómar høvdu
Onki trongskygni ráddi
Tí var hiti og trivnaður her
Her var rúm fyri øllum
Her var høgt undir lofti
Mær eitt friðskjól var tykkara verð
Og tit gleddust um lívið
Áttu løturnar ríkar
Tóku dagarnar bert ein í senn
So um vit kunnu liva
Eftir tykkara leisti
Ja, so liva tit við okkum enn
Inger