Maisposar við møguligum listeria eru seldir í Føroyum

Afturkallaðu maisposarnir frá Coop Danmark við líkindum fyri innihaldi av listeria eru seldir í FK handlunum í Føroyum

FK-handlarnir runt Føroyar hava selt maisposar frá Coop Danmark inntil mánadagin í hesari vikuni, tá maisposarnir blivu afturkallaðir. Tað váttar Bent Lundsgaard, deildarstjóri í Føroya Keypsamtøku, fyri in.fo. 

 

- Vit hava selt teir, men teir blivu tiknir úr øllum handlunum, so skjótt vit fingu boðini um afturkalling, sigur Ben Lundsgaardt. 

 

Frystiposarnir, “Coop ekstra søde majs” og “Ekstra søde majs”, eru møguliga keldurnar til eitt umfatandi listeriaútbrot, sum ger um seg í Evropa.

 

Les eisini: Deyðiligt evni møguliga í afturkallaðum majsposum

 

Hóast FK-handlarnir hava fingið boðini um hetta mánadagin, so er eingin kunning ella ávaring komin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni enn.