Maibritt gleðist Guðrunsa vegna

Maibritt Magnussen var sjónliga rørd, tá hon tók ímóti heiðrinum ársins føroyingur, sum hon fekk saman við fyrrverandi starvsfelaga sínum, Guðrun Hervør Joensen, sálu.

Tískil var hon eisini fámælt tá hon stóð á pallinum framman fyri fjøldini. Hon takkaði fyri og segði seg vera glaða um heiðurin.
Eftir handina fingu vit orðið á Maibritt Magnusen.
– Hetta er øgiliga rørandi, men tað kennist gott, síðani tað blivu vit báðar, ið fingu heiðurin, segði Maibritt Magnussen, sum heldur tað vera gott, at fólk seta prís upp á tað, sum tær báðar flogternurnar gjørdu.
Fyri Maibritt hevur tað nógv at siga, at tað ikki bara varð hon sum fekk heiðurin, men eisini Guðrun Hervør Joensen.
– Tað hevur stóran týdning fyri meg. Eg veit at hon gjørdi sítt besta og meiri aftrat, so tað eri eg ómetaliga glað um, segði Maibritt Magnussen.
Tað er ikki bara her heima, at Maibritt hevur fingið viðurkenning. VG hevði hana í uppskoti til ársins navn í Noreg, og í tí sambandi gjørdi blaðið eina samrøðu við hana, har hon segði hon ætlaði at flúgva aftur.
– Nú havi eg flogið aftur. Ikki sum flogterna, men sum ferðafólk. Eg geri meg til reiðar at flúgva aftur, og helst verður tað skjótt at eg arbeiði aftur sum flogterna, segði Maibritt Magnussen, sum gleðir seg at byrja aftur.