Svimjarar hjá Havnar Svimjifelag eru í hesum døgum í Portugal, har tey taka lut í Portugal Open.
Kappingin byrjaði í gjár, og fekk Óli Mortensen besta úrslitið hjá Havnar Svimjifelag, tá hann vann bronsu í 1500 metra frísvimjing. Óli svam teinin uppá 15:49.14. Umframt at vinna bronsu, so betraði Óli um sína bestu tíð við 2,53 sekundum. Tað skrivar heimasíðan svimjing.com.
Ein fyrrverandi svimjari hjá Havnar Svimjifelag luttók eisini í kappingini, nevniliga Magnus Jákupsson, ið nú svimur fyri danska talentliðið.
Magnus megnaði at vinna gull á teininum 50 metrar ryggsvimjing við tíðindi 25.94.










