Magnus útsligin

Tveir føroyskir bogaskjúttar hava seinastu dagarnar luttikið í innandura Evropameistarakapping í Kroatia.

Magnus Andreassen úr Runavík luttók í bólkinum undir 18 ár, og í innleiðandi kappingini megnaði at fáa 570 stig av 600 møguligum og harvið eitt 15. pláss.

Í gjáramorgunin skeyt unglingin ímóti einum spaniola, sum endaði á 18. plássi og hendan dystin vann føroyingurin 115 av 120 møguligum stigum, meðan mótstøðumaðurin fekk 112 stig.

Hetta merkti altso, at Magnus kom víðari í kappingini, var millum 16 teir bestu og skuldi skjóta ímóti skjúttanum, sum bleiv nummar 2 í kappingini.

Tað vísti seg at vera ein ov stórur biti, tí hóast Magnus megnaði at fáa 114 stig, so fekk mótstøðumaðurin 118 stig av 120 møguligum.

Hetta merkir altso, at Magnus ikki kom víðari.

Jógvan Niclasen var hin føroyski skjúttin í kappingini, og hann skeyt í compoundbólkinum hjá teimum vaksnu. Innleiðandi fekk Jógvan 574 stig, og hetta gjørdi, at hann var júst ov stuttur til finaluumførini.