Ein størri tvístøða er við at taka seg upp í millum 07 Vestur og Magnus Holm Jacobsen. Málið er nú endað hjá Aganevndini og hon hevur givið 07 Vestur viðhald. Miðvallarin ætlar at skifta til pólskan fótbólt og er kunngjørdur í felagnum, men skiftið livir ikki upp til treytirnar hjá 07 Vestur.
Sosialu miðlarnir hjá pólska felagnum, Chrobry Glogów, skrivaðu 21. juli, at felagið hevði gjørt sáttmála við føroyska miðvallaran Magnus Holm Jacobsen. Hetta var gjørt uttan loyvi frá 07 Vestur, sum hevur sáttmála við Magnus H. Jacobsen árið út.
Partarnir eru ósamdir um treytirnar í sáttmálanum. 07 Vestur sigur, at Magnus Holm Jacobsen bara kundi skifta ókeypis, um skiftið fór fram meðan flytingarvindeygað í Føroyum var opið. Tað lat aftur 12. juli og skiftið kom ikki upp á pláss fyrr enn 21.juli.
- Hann hevði í boðið at fara, um flytingin hendi ímeðan føroyska vindeygað var opið. Har kom tó onki tilboð ella umbøn frá pólska felagnum, so Magnus er 07 Vestur leikari kappingarárið út, segði Jón Nordendal við bolt.fo.
Málið er nú endað í Aganevndini, sum hevur givið 07 Vestur viðhald, skrivar KVF. Niðurstøðan hjá aganevndini er, at umbønin um flyting av loyvisbrævið hjá Magnusi Holm Jacobsen ikki kann verða gingin á møti.
Aganevndin staðfestir at flytingarumbønin frá pólska felagunm Chrobry Głogów kom 25. juli, sum er væl aftaná at føroyska flytingarvindeygað lat aftur. Sambært grein 10 í aga- og etisku reglugerðini, kann avgerðin ikki kærast til Yvirkærunevndina í Fótbóltssambandinum.
Magnus Holm Jacobsen ynskir at skifta til Chrobry Glogów, sum spælir í næstbestu deildini í Póllandi, har teir síðsta kappingarár endaði nr. 9 av 18 liðum. Um 07 Vestur ikki hevur leysgivið Magnus H. Jacobsen, so kann hann ikki gera sáttmála við eitt annað felag, uttan at hann verður keyptur.
Eitt felag kann tó kunngera ein nýggjan spælara, um hesin hevur seks mánaðir ella minni eftir av verandi sáttmálanum. Tí kann Magnus Holm Jacobsen skifta til Chrobry Glogów eftir hetta kappingarárið.