Magnus skiftir til NSÍ

Nú skrivar NSÍ á sínari heimasíðu, at Magnus H. Olsen er knýttur at hópinum.

 

24 ára gamli sandoyingurin hevur seinastu trý árini umboðað B36. Hann hevur røkt uppgávurnar sum verjuleikari og miðvallari hjá árstalsfelagnum.

 

Hann hevur áður spælt við barndómsfelagnum B71.