Magnus setti nýtt føroyskt met

Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, hevur sett nýtt føroyskt met í 200 metra ryggsvimjing.

Tað skrivar svimjing.com.

 

Magnus Jákupsson kom á mál við tíðini 2.03.12. Gamla føroyska metið, sum hann eisini átti, var 2.04.82 frá norðurlendsku juniormeistarastevnuni í desember í fjør.

 

Heðin L. Osen, Ægir, vann 50 frí við tíðini 23.66. Kravtíðin til evropeisku meistarastevnuna í Beograd í summar fyri árgang 1994 er 23.85. Fýra eru til reiðar at fara til Beograd í summar. Birita Debes, Flot, Magnus Jákupsson, Havnar Svimjifelag, Cecilia Eysturdal, Ægir, og Heðin L. Olsen, skrivar svimjing.com.

 

Oyggjaleikaúttøkustevna er í Gundadali í dag.