Magnus Jákupsson er upprunaliga úr Havnar Svimjifelag, men svimur nú dagliga í Vanløse í Danmark. Metini setti hann á stóru Mare Nostrum svimjustevnuni í Monaco, Fraklandi.
Fyrsta metið varð sett leygardagin í 100 metra ryggsvimjing. Hann svam teinin við tíðini 58.12, og er hetta ein betring av metinum, sum sjálvur setti í EJM í Beograd, Serbia, í fjør. Tá var tíðini 58.51.
Seinna metið setti hann sunnudagin í 200 metra ryggsvimjing. Tíðin var 2:07.29, og er hetta ein betring av hansara egna metið, sum hann somuleiðis setti við EJM í fjør. Tá var tíðini 2:08:88.
Hetta seinna metið er umframt føroyskt met eisini føroyskt juniormet.