Magnus Rasmussen ætlar sær á ting

Borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, stillar upp til komandi løgtingsval og gevst sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu

Borgarstjórin í Runavík, Magnus Rasmussen, stillar upp til komandi løgtingsval og gevst sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu. 

 

Til komandi løgtingsval verður Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavík, eitt av valevnunum hjá Sambandsflokkinum. Tað sigur hann í samrøðu við Sosialin í dag.

 

Magnsus Rasmussen sigur, at hann ætlar sær ikki at røkja bæði starvið sum borgarstjóri og sum løgtingsmaður, verður hann valdur.

 

Hann hevur tó tikið ta støðu, at hann stillar ikki uppaftur til býráðsvalið næsta ár.

 

Hoyr, hví Magnus Rasmussen hevur valt at stilla upp til løgtingið, við at trýsta á pílin undir myndini.