Magnus Pauli Joensen deyður

Mikudagin 13. februar andaðist Magnus Pauli Joensen í Havn, 67 ára gamal.

Magnus Pauli vaks upp á Skála, har hann gekk í barnaskúla og fór síðan til Havnar at ganga í realskúla. Eftir tað fór hann í læru sum maskinsmiður á Tórshavnar Skipasmiðju.


Síðan fór hann til Danmarkar at fáa sær útbúgving sum maskinverkfrøðingur og búði fleiri ár í Ålborg, har hann arbeiddi sum verkfrøðingur hjá fyritøkuni sum í dag eitur Bladt International.


Tá hann kom heim aftur til Føroya at búgva, arbeiddi hann hjá Føroya Shell sum verkfrøðingur til hann byrjaði sum sjálvstøðugur verkfrøðingur. Hann hevur teknað og havt eftirlit við byggingini av stórum oljutangum og øðrum tangum kring landið og havt kundar sum t.d. Føroya Shell, Statoil, SEV og Havsbrún í Fuglafirði.


Eitt skifti fyrst í 90-unum arbeiddi hann í nøkur ár uttanlands fyri Bladt International.


Magnus Pauli var kendur sum ein fakliga væl vitandi og væl gjørdur verkfrøðingur. Alt tað hann fekst við var væl úr hondum greitt.


Foreldrini hjá Magnus Paula vóru Valborg, f. Magnussen, úr Saksun, og Óla Jákup Joensen úr Skúvoy. Hann var giftur við Dagny, f. Nolsøe, úr Klaksvík. Tey eiga børnini: Georg, Óla Jákup, Anniku og Bjørg, og seinastu árini eru fleiri barnabørn løgst afturat.