Magnus og Petura stovna arbeiði í Grønlandi

Heilt síðani stovnanina í 1865 hevur virksemið hjá Frelsunarherinum spjatt seg kring allan heimin. Í dag hevur rørslan arbeiði í 124 londum. Nú skulu eini føroysk hjún stovna arbeiði í tí 125. landinum – Grønlandi.

Frelsunarherurin í Danmark hátíðarhelt um vikuskiftið 125 ára stovningardag sín.


Í hesum sambandi vóru møtir hildin í Keypmannahavn, har general Linda Bond var høvðustalari.

Ein stór løta í hesum sambandi var, tá ið tveir føroyskir kadettar – hjúnini Magnus og Petura Haraldsen – vóru vígd at fara í heiltíðartænastu hjá Frelsunarherinum.

Teirra tænasta verður at byrja eitt arbeiðið hjá Frelsunarherinum í Grønlandi, sum sostatt kann gerast tað 125. landið í stóra altjóða felagsskapinum.

Magnus og Petura eru bæði uppvaksin í Tórshavn, men hava tey seinastu árini starvast hjá Frelsunarherinum í Nakskov í Danmark.

Petura er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og familju ráðgevi. Magnus hevur starvast sum leiðari á Genbrug Syd/Øst í Nakskov. 





Mynd