Magnus Jákupsson skift felag

Føroyski svimjarin í Danmark svimur ikki longur við Sigma, men er farin til annað felag.

Føroyski svimjarin í Danmark, Magnus Jákupsson, hevur skift felag. Hann svimur ikki longur við Sigma, men skal framyvir svimja við Farum Svømmeklub. Sum skilst, so hevur Magnus ikki verið nøgdur við venjingarnar í Sigma.


- Eg vóni, at tað kemur meiri ró á mína venjing, og at eg sjálvur fái ávirkan á hvussu eg venji. Nakað, sum eg ikki havi havt áður, sigur Magnus Jákupsson við heimasíðuna hjá Farum Svømmeklub.


Tað er líkt til, at Magnus fær sítt ynski eftirlíkað. Formaðurin í nýggja felagi hansara lovar í øllum førum, at hann nú fær ávirkan á sína egnu venjingarætlan.


- Svimjing er ein einstaklingaítrótt, har tað er umráðandi at taka atlit til tørvin hjá tí einstaka svimjaranum. Í Farum leggja vit dent á, at svimjarin tekur lut í síni egnu venjingarætlan og harvið fær samávirkan og tekur ábyrgd fyri egnari venjing og gerandisdegi, sigur formaðrin í felagnum, Lars Bo Pedersen við heimasíðu felagsins.