Í nítjan hundrað fimm og fimti
barnaverð vár fekk eitt slag,
sum várt lív í dúsi dimti
til ein svartan sorgardag.
Tá vár bróðir, Magnus Ingi,
misti lív í køldum sjó,
tikin bleiv úr lívsins ringi
upp til Himins forløg fró.
Tikin bleiv á sætta ári
burt úr síni brøðraslóð,
felt tá bleiv mangt sorgartárið,
til ein nýggjur Magnus ló.
Tvey ár seinni bleiv hann borin
inn í sama brøðralag,
og við honum sút var vorðin
broytt til vøgguljóð so glað.
Magnus Ingi Annar legði
tíðliga sína lívsins kós,
breyt við sið, sum heimið hevði,
fór sum mangir menn til sjós.
Lærdi seg at stýra skipi,
veiða gyltan fong úr sjó,
toldi mangt eitt nos og sipið,
har hann vítt um havið vóð.
Sigldi frítt um havsins fløtu,
skifti millum skipasløg,
kendi hvørja havsins gøtu,
har hann ýtti heimsins støð.
---
Nú sat hann við sínum kæru
glaður innan egna gátt,
har tey lærd av lívsins læru
livdu saman øll í sátt.
Sólbjørg, Magnus’ fylti lívið,
so hann meir ei eina stóð,
heim við børnum gav hon rívið,
har hann eydnusamur vóð.
Meðan sólin fagrast skínur,
syngja vit um lív og lag,
deyðin kaldur lívið týnir,
okkum broytir forløg fræg.
Meðan Magnus stillur svevur
millum síni kæru fleir,
deyðin ond hans til sín dregur,
og vár Magnus er ei meir.
---
Magnus góði vit teg sakna,
vit teg elskaðu hvønn dag,
nú tú ikki meir skalt vakna
smílandi í góðum lag.
Góði Magnus, vit teg minnast,
tá vár móðir var ei meir,
eina teg við faðir finnast,
einsamallir – ikki fleir.
Góði Magnus vit her huga
tína strævnu skúlatíð,
tá tú lærdi teg at duga
væl um skip og havsins stríð.
Góði Magnus, vit tær takka
fyri orð úr lívsins súð,
nú í tali vit brátt fækka,
allir tínir brøður nú.
Góði Magnus vit tær biðja
blíða ferð um evsta mið,
har tú ýtar Himnaliðan:
Kæri bróðir: HVÍL Í FRIÐ!
------------------
Brøður tínir við fam.