HB boðar í kvøld frá, at felagið hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við miðvallaran, Magnus Holm Jacobsen. Stríðsmaðurin kemur frá 07 Vestur, har hann hevur spælt seinasta árið.
Magnus Holm Jacobsen er upprunaliga uppaldur í HB, men skifti á ungum árum til B36, har hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot. Hann hevur roynt seg í portugisiskum fótbólti eitt styttri tíðarskeið og hevur eisini verið rundan um landsliðið.
Magnus Holm Jacobsen er 23 ára gamal. Hann er fyrsta tilgongd hjá HB, sum væntast at seta útlendskt venjaratoymið til komandi kappingarár. Fyrr í kvøld fór Dan í Soylu til KÍ og tað er óvist um eitt nú Adrian Justinussen heldur fram.











