Magnus heldur fram sum formaður

Í síðstu viku var aðalfundur í Føroya Handverksmeistarafelag, har millum annað nevndarval á skránni.


Tey sum vóru fyri vali vóru Magnus Magnussen, ið var sitandi formaður, Jens Kristian Haraldsen og tiltakslimirnir Thorfinn Nielsen og Pauli Hofgaard.


Atkvøðugreiðslan broytti tó einki, tí allir fýra vórðu afturvaldir.


Nevndin skipaði seg eftir fundin við Magnus Magnussen sum formanni og Petur Frank Joensen sum næstformanni.