Fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason fer ikki út aftur fyrr enn í fyrsta lagi í februar mánað Magnus Heinason fekk so mikið stóran skaða, tá eldur kom í skipið í gjár, at tað ber ikki til at gera teir báðar túrarnar, sum ætlanin var at gera afturat í ár.
Tað sigur stjórin á Fiskirannsóknarstovuni, Hjalti í Jákupstovu, við Kringvarpið. Magnus Heinason fekk ikki so stóran skaða av sjálvum eldinum, men skipið fekk harafturímóti fitt av skaða av vatni og royki.
Magnus Heinason skuldi fara út tann 7. november at gera kanningar, og eftir tað skuldi hann ein túr at fiska. Skipið plagar plagar at liggja í desember og januar.