Magnus Heinason nógvan lýr

Fiskirannsóknarskipið Magnus Heinason fekk óvanliga nógvan lýr í 2011, og hesin sjáldsami gestur, sum minnir nakað um upsa, gýtti undir Føroyum í vár

Lýrur er heldur sjáldsamur fiskur við Føroyar.

Lýrur finst í Norðuratlantshavi frá Biskayaflógvanum og norður til Norðurnoregs. Hann er eisini við Bretsku oyggjarnar og sløðist til Føroya og Íslands. Hann veksur upp inni við land og fer seinni útfrá.

Vanliga fær Magnus Heinason umleið ein lýr í mars á hvørjum ári, og tríggjar í august. Men í mars 2011 fekk Magnus Heinason heilar 422 lýrar.

Eisini varð staðfest, at lýrur gýtti undir Føroyum í mars 2011, og kann tað vera orsøkin til stóra talið. Hinvegin hevur sjógvurin á føroyska landgrunninum ikki verið heitari seinastu tvey-trý árini enn ávís onnur ár síðani ár 2000 (t.d. 2003).

Lýrur (Pollachius pollachius) minnir um upsa, men er ljósari á liti. Tað ber næstan til at siga, at lýrur sær út sum ein stórur hvítingur við upsahøvdi. Lýrur nevnist eisini “hvítseiður” og “lini” á føroyskum.

Magnus Heinason ger á hvørjum ári yvirlitstrolingar á føroyska landgrunninum, 100 tóv í mars og 200 tóv í august, skrivar Petur Steingrund á Havstovuni.