Magnus: Ein betri dystur fyri áskoðaran enn fyri venjaran (FM1)

(FM1) Magnus Powell, høvuðsvenjari hjá 07 Vestur kann fegnast um ein harðvunnan sigur sum merkir, at 07 Vestur er røttu megin niðurflytingarstrikuna

##med2##

 

07 Vestur er røttu megin niðurflytingarstrikuna aftaná sera týðandi 3-1 heimasigurin á TB á Dungasandi í Sørvági fyrr í dag. 07 Vestur er á áttanda plássi tvey stig frammanfyri ÍF. Sum gongdin er hjá Skála, B71 og AB í 1. deild er sannlíkt, at næstaftasta plássið hesaferð merkir beinleiðis niðurflyting til 1. deild. Tað hendir um tveir av uppflytingarkandidatunum enda á trimum teimum ovastu plássunum í 1. deild. 

 

07 Vestur – TB 3-1 (1-0)

 

1-0: Dann Fróðason (30.)

 

2-0: Martin Heilberg Pettersen (46.)

 

3-0: Martin Tausen (51.)

 

3-1: John Villi Wøldike Leo (87.)

 

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna sum var við høvuðsvenjarin hjá 07 Vestur, Magnus Powell í "Triðja Hálvleiki" á FM1: 

 

Magnus Powell er glaður og lættur um sigurin, og serliga glaður er hann fyri fyrstu løtuna av seinna hálvleiki tá tað eydnaðist at koma uppá 3-0, men hann staðfestir, at TB stríddist av øllum alvi seinastu løtuna. Tað bleiv ein meira lívligur dystur fyri áskoðaran enn fyri venjaran, heldur Magnus Powell. Men tað er langt eftir á mál hjá 07 Vestur, og teir mugu aftur í arbeiðshandskarnar fyri aftur at vinna sær stig í komandi umfari í dystinum á Eiði móti EB/Streymi.