Magnus Hansen 50 ár

Sunnudagin 2. desember fylti Magnus Hansen arkitektur í Havn 50 ár.

Magnus er havnarmaður við stórum H. Foreldrini eru: Margreta, f. Thomsen úr Norðragøtu, og Arnold Hansen, vanliga nevndur Alli úr Havn. Fyrstu árini búði famlijan í Sjúrðargøtu, til tey í 1969 fluttu niðan í Gundadal.


Uppvaksin í einum B36 umhvørvi har pápin spældi við B36 og var formaður í

felagnum í næstan 30 ár, er Magnus er eisini íðin B36 viðhaldsmaður. Magnus hevur eisini sungið nógv í Tórshavnar Manskóri.


Magnus hevur drúgvar royndir sum arkitektur bæði í almennu og privatu vinnuni. Tað vakti ans, tá hann herfyri setti Nólsoy á heimskortið við at koma við einum uppskoti um altjóða floghavn har.


Magnus eigur fýra døtur: Margreta, Aimée, Birna og Andrea. Kona Magnus er Edith Dahl.