So er tað avgjørt, sum seinastu dagarnar hevur ligið í kortunum. 22 ára gamli Magnus Carlsen úr Noregi hevur í dag tryggjað sær heimsmeistaraheitið í talvi.
Í dag var tíggjunda talvið av tólv á skránni. Úrslitið var remis, og harvið er norðmaðurin rokkin upp á 6 ½ stig, meðan mótstøðumaðurin hevur 3 ½ stig. Magnus Carlsen er heimsmeistari, og tí verða tvey tey síðstu talvini ikki telvað.
Magnus Carlsen hevði hvíta fólkið í dag, og talan var um stórt drama. Um Viswanathan Anand framvegis skuldi hava møguleika at varðveita heimsmeistaraheitið, so var neyðugt hjá honum at vinna, og hann legði nógv fyri.
Hjá Magnusi Carlsen var tað nóg mikið við remis. Tað vóru støður í talvinum, har tað snilt hevði borið til hjá honum at tiltuskað sær støður, sum bóru remis við sær. Men Magnusi Carlsen so líkt, so vísti spælið hjá honum, at hann ikki bríggjaði seg um remis, og at hann telvaði fyri at vinna.
Í øgiligari kapping fingu báðir frúgv upp. Í endaspælinum hevði Magnus Carlsen frúgv, og tríggjar finnur, og Viswanathan Anand hevði frúgv og riddara. Ivaleyst til heiður fyri mongu áskoðararnar kring allan heimin, so varð alt fólkið ruddað av borðinum, áðrenn spælararnir tóku í hondina á hvørjum øðrum.
Hetta er fyrsta ferðin í 76 ár, at ein vestureuropeari vinnur heimsmeistaraheitið í talvi. Síðsti vestureuropearin, sum undan Magnusi Carlsen var heimsmeistari í talvi, var Max Euwe úr Hollandi, ið var meistari 1935-1937.
Eftir dagsins talv ásannaði Viswanathan Anand, at hann hevði lagt væl fyri, men at støðan síðani versnaði. Men tað var sjálvandi eisini mótstøðumanninum til heiður, helt fyrrverandi indiski heimsmeistarin, sum legði aftrat:
-Eg eri vónbrotin av mínum egna avriki í hesi kappingini, og eg harmist fyri stóru viðhaldsfjøldini, at eg ikki megnaði betri avrik enn hetta. Serliga vánaligt var avrikið hjá mær i fimta talvinum, segði Anand.
Magnus Carlsen var eyðmjúkur á tíðindafundinum, og hann rósti mótstøðumanninum, sum hevur verið heimsmeistari síðani 2007.
Nýggi norski heimsmeistarin fjaldi ikki, at hann var ovurfegin, og at tað hevði verið eitt ódnartak at røkka toppinum:
-Lyklatalvini vóru tað triðja og fjórða talvið. Vit høvdu báðir nervar í fyrstu talvunum, men eftir hesi bæði talvini kendi eg tað soleiðis, at eg telvaði soleiðis, sum eg eri vanur at telvna.
Magnus Carlsen varð spurdur, um hann roknar við, at tað fer at broyta útbreiðsluna og áhugan fyri talvi, at ein so ungur maður maður er vorðin heimsmeistari:
-Miðlarnir heima í Noregi hava víst dystinum stóran ans, og eg vóni, at áhugin fyri at telva fer at vaksa í Noregi og eisini aðra staðni.










