Bogaskjóting:
Í gjár vóru innleiðandi umførini í EM-kappingini í innandura bogaskjóting skotin í Kroatia, har tveir føroyskir skjúttar eru við – Jógvan Niclasen í compound hjá vaksnum og Magnus Andreassen í juniorbólkinum í compound.
Magnusi Andreassen, sum skjýtur í juniorbólkinum, ið eru skjúttar upp til 18 ár, megnaði at fáa 570 av 600 møguligum stigum, og hetta var nóg mikið at koma upp á 15. pláss. Sostatt telist hann millum skjúttarnar, sum í morgun skuldu skjóta finalurnar, og har skuldi hann í fyrsta umfari møta skjúttanum, sum gjørdist nummar 18 innleiðandi.
Jógvan Niclasen, sum fekk 574 av 600 møguligum stigum, gjørdist akkurát ov stuttur til finaluna, tí hann gjørdist nummar 34 – og 32 teir fremstu sluppu í finalurnar.