Magni ynskir sær eitt stjørnuskapað kampus

Fornminnissavnið, Náttúrugripasavnið og Setrið skulu savnast saman á einum kampus, sigur Magni Laksafoss.

Magni Laksafoss hevur vegna Sambandsflokkin lagt fram uppskot til samtyktar um at byggja kampusøki til Fróðskaparsetur Føroya, mentanarstovnar og annað virksemi.

 

Í viðmerkingunum skrivar flokkurin, at Fróðskaparsetrið er ein nátúrligur miðdepil fyri akademiska umhvørvið í Føroyum, og tí má tað fáa best møguligar umstøður at virka og mennast undir.

 

- Tað er ein fyritreyt fyri menning av hægri útbúgvingum og gransking, at akademiska vitanin verður savnað á einum kampus-øki við tí endamáli at samansjóða, skapa trivnað og at útnytta synergieffektir, herundir brúka felags høli, útbúnað, lærarar og undirvísing, skrivar Magni Laksafoss.

 

Hann vísir á, at í øðrum londum vísa royndirnar, at fyri at fáa størst møguliga samansjóðing og synergi-effektir, er umráðandi at skapa eitt umhvørvi, har fólk hittast í tí dagligu gongdini og fáa nátúrligt høvi at práta saman.

 

Hann sær fyri sær eitt stjørnuskapað kampus við eini móttøku, kantinu og hugnaumhvørvi í miðjuni, sum fólk á ymiskum stovnum, knýttum at vitanardeplinum, kunnu hittast í. Hann skjýtur eisini upp, at Náttúrugripasavnið og Fornminnissavnið gerast partur av hesum deplinum.

- Endamálið við at savna hesi virksemini - útbúgving, almenn søvn og vitanartungar vinnur og virksemi - í eitt og sama umhvørvi er sostatt at skapa eitt dynamiskt og spennandi umhvørvi, ið kann samansjóða akademisku vitanina í samfelagnum og sum kann vera við til at skapa synergieffektir, sigur hann.

 

Í uppskotinum stendur tó einki ítøkiligt um staðseting ella kostnað, annað enn, at rakstrarjáttanin neyvan fer at hækkað, tí hon fer longu til ymisku stovnarnar.

 

Uppskotið kemur til fyrstu viðgerð í dag og verður síðani beint í mentanarnevndina.