Í dag, týsdagin, kemur nýggja fløgan »Mín songur er um Jesus« hjá Magna Christiansen á marknaðin.
Magni hevur fyrr givið tvær fløgur út: »Eg hoyrdi einglasong« í 1997 og »Her glaður eg ferðist« í 1999. Hesar fløgur eru útseldar fyri langari tíð síðani.
Á nýggju fløguni eru 14 sangir. Teir flestur eru vælkendir og nógv brúktir. 11 sangir eru føroyskir, og 3 enskir, harav 2 eru amerikanskir "slagarar."
Av sangum á fløguni kunnu vit nevna:
»Jesus halt mær við tín kross.«
»Sig mær tað gomlu søgu«
Tónleikurin á fløguni er »Contrytónleikur«, hann er innspældur í Norra, av norskum tónleikarum.
Heimamissiónsforlagið gevur fløguna út, og hon kann keypast runt alt landið fyri kr. 169.