Magni var høvuðsleikari

Nýggi maðurin hjá EB/Streymi skoraði einsamalla málið, áðrenn hann lítið korter undan leikloki varð rikin av vøllinum

LØGMANSSTEYPIÐ

At heimaliðið er nýtt í 2. deild, og at gestirnir fleiri tey seinastu árini hava verið í bestu deildini, sást ikki nógv ella rættari einki til, tá ið EB/Streymur seinnapartin leygardagin var á Argjum. Talan var ikki um nógv polerað fótbóltsspæl. Heldur var tað avrik, sum kundi verið hóskiligt fyri ein botndyst í 2. deild.
Men rætt skal vera rætt. Líkindini vóru avbera vánalig. Ja so mikið vánalig, at tað snøgt sagt ikki bar til at vísa samanhangandi fótbóltsspæl.
Vindurin lá eftir longdini á vøllinum. Heimaliðið hevði hann undan í fyrra umfarinum. Teir høvdu bóltin nógv, men teir megnaðu ikki at spæla seg til málmøguleikar, sum settu Gunnar á Steig í EB/Streyma málinum á stórar royndir. Pazek og Egil á Bø megnaðu at halda Jan B. Jørgensen og Johnny Samuelsen í heilt stuttum tjóðri.
Eftir steðgin hevði EB/Streymur vindin undan, og tá eydnaðist teimum at fáa málið, sum hevur við sær at teir eftir tvey umfør hava fult stigatal í bólkaspælinum. Teir hava skorað fimm mál, og einki er farið ígjøgnum hjá teimum.
Málskjútti var Magni á Lakjuni. Vongverjin í høgru, Hallur Jacobsen, tveitti innkast, Magni fekk fatur á bóltinum eitt sindur uttanfyri brotsteigin, hann legði hann til (kalda) høgra beinið, og hóast sparkið var rættuliga ullint, so fór bólturin undir ikki heilt sakleysa AB málverjan.
Magni á Lakjuni slapp eitt lítið korter fyrr enn hinir úr illfýsna veðrinum og undir tak. Dómarin vísti honum reyða kortið. Linjuverjin markeraði fyri, at Magni skuldi hava tikið so mikið fast í bringuna á Hans Jørgen Djurhuus, at hesin (við góðari hjálp frá sær sjálvum!) fór um koll. Hóast talan var um reaktión afturfyri sparkarí, so var eingin heimild hjá spælaranum at taka søkina í egnar hendur. Tí var einki at siga til reyða kortið. Men spælararnir á báðum liðunum undraðu seg aftaná yvir, at ikki onkur annar frammanundan hevði sæð reytt. Eitt nú hevndi Ronnie Samuelsen seg sólarklárt, men tað sá hann bara gult fyri.

Nýtt lið
Higartil hevur AB tvær ferðir tapt tepurt á heimavølli. Leygardagin skal AB fyri fyrstu ferð í bólkaspælinum royna seg á útivølli. Tá skulu teir til Klaksvíkar, og tá fæst at síggja, um teir fara at megna tað sama, sum mótstøðumenninir hesa ferð megnaðu fyri tíggju døgum síðani. EB/Streymur vann 4?0 í Klaksvík, men sjálvandi verða teir í AB ovurfegnir, um teimum fer at eydnast at fara úr Klaksvík við øllum stigunum, uttan mun til hvussu tepur møguligi sigurin fer at verða.
Eingin ivi man vera í, at AB seinni í ár fer at vera við til at seta dám á næstbestu deildina. Ikki færri enn átta av spælarunum, sum vóru millum teir fyrstu ellivu leygardagin, hava áður roynt seg í bestu deildini. Fleiri teirra eru nýggir á Argjum. Tí skulu teir hava tíð at verða samanspældir. Tá ið teir fara at kennast betur, er tað væl hugsandi, at teir fara at vinna ikki so fá stig.

AB?EB/Streymur 0?1 (0?0)
0?1: Magni á Lakjuni
Reytt kort: Magni á Lakjuni
Dómari: Lassin Isaksen
AB: Magni Thomsen ? Svenning W. Hansen, Bernhard Petersen, Magnus Jacobsen, Jónsvein Bærentsen ? Pætur D. Jacobsen, Flóvin Jespersen, Bogi Midjord, Hans Jørgen Djurhuus ? Jan B. Jørgensen, Johnny Samuelsen
EB/Streymur: Gunnar á Steig ? Hallur Jacobsen, Egil á Bø, Andrzej Pacek, Esmar Eiðisgarð ? Marni Djurhuus, Ronnie Samuelsen, Marek Wierzbicki, Magni á Lakjuni ? Hans Pauli Samuelsen, Sorin Anghel