Magni væntar ikki val í bræði

Danskir miðlar eru farnir at lukta valstríð, eftir at Kristian Thulesen Dahl, formaður í Dansk Folkeparti, hevur sagt, at hann ikki væntar eina semju millum bláar flokkarnar um 2025-ætlanina hjá stjórnini.


Hans Engell, politiskur viðmerkjari og fyrrverandi formaður í Konservative, sigur við Ritzau, at fráboðanin er eitt tekin um, at tað nærkast einum fólkatingsvali.


- Hetta er í veruleikanum deyðadómurin hjá Thulesen Dahl yvir eina semju í heyst. Hann flytur talvfólki nærri einum fólkatingsvali í heyst, sigur Hans Engell.


Magni Arge, annar av føroysku fólkatingsmonnunum, væntar tó, at tað eru nakrir leikir eftir at telva, áðrenn nýval verður aktuelt.


- Tað er ein sannroynd, at hetta er ein smøl stjórn, ið er tengd at øðrum flokkum. Tað gevur ikki nógv pláss hjá stjórnini at manerera, samstundis sum hinir flokkarnir royna at markera seg, sigur fólkatingsmaðurin og leggur afturat.


- Men vit eru enn í fyrsta samráðingarumfari av 2025-ætlanini. Tað verður eitt umfar aftrat, ið væntaði ikki verður liðugt fyrr enn í oktober ella november, og eg vænti ikki, at nakað hendir áðrenn tað.


Magni Arge væntar sjálvur ikki, at nakað nýval verður útskrivað fyrr enn móti endanum av 2016.


- Eg vænti at hoyra valtrummir gjøgnum heystið, men vit fáa ikki nakað at vita fyrr enn november ella desember, tá greiða fæst á, um ætlanin hjá stjórnini verður til nakað.