Magni syngur saman við konuni

Magni Christiansen hevur útgivið nýggjan sang saman við konuni. Hoyr sangin her

Gospelsangarin Magni Christiansen hevur útgivið nýggjan sang, har hann syngur saman við konuni Elsi.

 

Hetta er ein kærleikssangur, sum Kemm Poulsen hevur skrivað orðini til, og Magni hevur gjørt lagið – Filip Zachariassen hevur verið við at gera niðurlagið.

 

Sangurin sum hevur heitið »Kærleikslyftið« er innspældur í Føroyum við føroyskum tónleikarum. Amerianskur tónleikari spælir fiddle.

 

Bernhard Petersen og Filip Zachariassen hava lagt til rættis og framleitt sangin.

 

Sangurin er upptikin í Block Studido og í JakZakk Studio. Jákup Zachariassen ljóðblandaði, og Óli Poulsen mastraði.

 

Niðanfyri ber til at hoyra sangin.

 

##med2##