Magni selir út

Hálvt ár eftir at Magni Arge keypti partabrøv fyri tríggjar milliónir í Atlantsflog hevur stjórin valt at selja helvtina av partabrøvunum. Keyparin er Atlantsflog, sum bjóðar 10 prosent meira enn marknaðarprísin fyri partabrøvini hjá sínum egna stjóra

PARTABRØV

Jón Brian Hvidtfeldt

jonbrian@sosialurin.fo


28. november í fjør fór almenna, føroyska flogfelagið á partabrævamarknaðin. Eftir drúgt, politiskt orðaskifti skuldi Atlantsflog loksins einskiljast. Í fyrstu atløgu blivu ein triðingur av partabrøvunum seld í fríari sølu á keypsskálanum. Nú skuldu føroyingar og útlendingar, høg sum lág, á jøvnum føti sleppa at seta nakrar sparikrónur í tjóðarstoltleika føroyinga, Atlantsflog.

    Men tað var tó eitt lítið fyrivarni við fríu søluni. Í fyrireikingunum og seinni prospektinum fyri Atlantsflog varð ásett, at leiðslan og starvsfólk í Atlantsflog skuldu hava forkeypsrætt til í mesta lagi trý prosent av partabrøvunum. Hetta er rímiliga vanligt í samband við sølur av hesum slag, og motivið er sum oftast at geva leiðslu og starvsfólkum møguleika at fáa ávirkan á sítt arbeiðspláss og harvið vónandi eisini taka eitt eyka tak fyri fyritøkuna.

    Ein av teimum, sum tók av og keypti partabrøv í sínum arbeiðsplássi var stjórin, Magni Arge. Hann keypti 11.494 partabrøv í Atlantsflog fyri ásetta marknaðarprísin, tilsamans tríggjar milliónir krónur. Kursurin á partabrøvunum í Atlantsflog var 261, tá tað varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum.

    Handilin er formliga skrásettur 30. november og er farin fram umvegis “sp/f 11. juni 2007”, sum Magni Arge eigur 100 prosent. Ein annar, sum eisini trúi nógv upp á sítt arbeiðspláss, var hin stjórin í Atlantsflog, Marius Davidsen, sum keypti 3486 partabrøv fyri tilsamans 909.000 krónur. Hesir báðir mynda í felag leiðsluna í Atlantsflog.


Tilboðið

Hósdagin 3. apríl var aðalfundur í Atlantsflog. Til aðalfundin ynskti nevndin í Atlantsflog at fremja eina broyting í viðtøkunum fyri felagið, sum heimilar nevndini at keypa egin partabrøv, tað vil siga partabrøv í Atlantsflog. Nevndin ynskti at fáa heimild at keypa egin partabrøv fyri ein kurs, sum kundi liggja millum 100 og 300. Men so víðar heimildir fekk nevndin tó ikki frá aðalfundinum, sum í staðin samtykti, at nevndin kann keypa egin partabrøv fyri ein kurs, sum ikki víkir meira enn 10 prosent frá marknaðarkursinum.

    Beint eftir aðalfundin grundgav Christian Andreasen, nevndarformaður í Atlantsflog, soleiðis fyri nýggju heimildunum hjá nevndini:

 - Tað er ikki nøkur beinleiðis frágreiðing til viðtøkubroytingina. Tað er meira í trá við ta praksis, sum er hjá feløgum, ið eru skrásett á virðisbrævamarknaðinum, at tey hava eina slíka áseting í viðtøkunum. Tað liggur einki annað aftan fyri tað, sum so.

    Tað segði Christian Andreasen í beinleiðis samrøðu við Rás2 4. apríl. Og nevndarformaðurin helt fram:

 - Also. Áðrenn nevndin kann keypa egin partabrøv, so skal felagið gera innanhýsis reglur um, nær tað kann gerast, hvussu tað kann gerast og við hvørjari grundgeving. So tað er ikki nakað, sum liggur í kortinum her og nú, at vit fara at gera. Hatta er meira at hava sum eitt instrument, sum ein møguleika, í framtíðini.

    Instrumentið, møguleikin at nýta í framtíðini, bleiv longu brúkt mikudagin 18. juni.


Atlantsflog bjóðar

Fyrradagin, mikudagin 18. juni, keypti Atlantsflog tilsamans 11.111 partabrøv í í Atlantsflog. Tað hevur nevndin heimild til, sambært viðtøkunum á aðalfundinum 3. juni. Mikudagin, tá handilin varð skrásettur á norðurlendska keypsskálanum, var kursurin á partabrævinum hjá Atlantsflog 219. Kortini velir nevndin í Atlantsflog at keypa egin partabrøv fyri kurs 240. Hetta er innan fyri viðtøkubroytingarnar á aðalfundinum 3. apríl, sum jú loyva nevndini at keypa egin partabrøv fyri ein kurs, sum í mesta lagi kann víkja 10 prosent frá marknaðarkursinum.

    Tveir av seljarunum eru stjórarnir í Atlantsflog, Magni Arge og Marius Davidsen. Magni Arge selir henda dagin tilsamans 5.747 partabrøv fyri kurs 240, tilsamans 1.379.280 krónur. Hetta er júst helvtin av partabrøvunum, sum Magni Arge eigur í Atlantsflog. Sama dag selir Marius Davidsen tilsamans 1743 av sínum partabrøvum í Atlantsflog, somuleiðis fyri kurs 240. Tilsamans 418.320 krónur. Eisini hjá Marius Davidsen er talan um júst helvtina av hansara partabrøvum.

    Harvið hevur ovasta leiðslan í Atlantsflog í einum og sama umfari selt helvtina av sínum partabrøvum í felagnum, tilsamans 7490 partabrøv fyri 1.797.600 krónur. Sølukursurin er 240, samstundis sum dagskursurin er 219, og harvið hava stjórarnir fingið 157.290 krónur meira fyri síni partabrøv enn tey vóru verd, tann dagin, sølan fór fram. Magni Arge fekk 120.687 krónur, Marius Davidsen 36.603 krónur. Keyparin er, sum nevnt, í báðum føri arbeiðspláss teirra, Atlantsflog.

    Hetta eru tó ikki tey einastu av egnu partabrøvunum, sum Atlantsflog keypir henda dagin, 18. juni. Tilsamans keypti Atlantsflog 11.111 av sínum egnu partabrøvum fyri kurs 240. Tað einasta, sum er fráboðað norðurlendska keypsskálanum, eru handlarnir, sum Atlantsflog hevur gjørt við Magna Arge og Marius Davidsen. Teir eru leiðsla í felagnum, og tí er slík fráboðan eitt lógarkrav. Hvør hevur selt írestandi 3621 partabrøvini til Atlantsflog fyri kurs 240 ella 10 prosent yvirkurs, er framvegis óvist.