Á løgtingsfundinum í morgun boðaði løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, at tvær umsóknir vóru komnar um farloyvi frá løgtinginum.
Tann eina var frá Magna Arge, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi, ið boðaði frá, at hann søkti farloyvi frá 21. september til hann sjálvur gevur boð um annað.
Magni Arge hevur biðið um farloyvi at røkja fólkatingssessin. Í hansara stað kemur Ingolf S. Olsen, ið gjørdist nummar ellivu á listanum hjá Tjóðveldi við 154 atkvøðum.
Hin umsóknin kom frá formanninum í Nýtt Sjálvstýri, Jógvan Skorheim, ið boðaði frá, at eisini hann søkti farloyvi frá 17. september til hann sjálvur gevur boð um annað.
Jógvan Skorheim bað um farloyvi aftaná, at Klaksvíkar kommuna sýtti honum at røkja bæði borgarstjórasessin og løgtingssessin. Jógvan Skorheim valdi borgarstjórasessin framum og søkti harvið farloyvi.
Í hansara stað kemur Bárður Kass Nielsen, ið gjørdist nummar trý á listanum hjá Nýtt Sjálvstýri við 69 atkvøðum.










